Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Akstovuni, sum hevur gjørt upp sølutølini fyri ársins fyrstu sjey mánaðir.
Tilsamans er afturgongdin sløk 21 prosent, tá allar skrásetingar av øllum akførum eru íroknað. Taka vit bara søluna av persónbilum fyrstu sjey mánaðirnar í ár í mun til somu tíð í fjør, so er talan um eina afturgongd úr 994 seldum persónbilum fyrstu sjey mánaðirnar í fjør til 764 í somu tíð í ár. Tað er ein afturgongd upp á 231 persónbilar, sum svarar til eina afturgongd upp á góð 23 prosent.
##med2##
Taka vit hinvegin søluna av persónbilum í juli í ár í mun til søluna í juni í fjør, so afturgongdin úr 80 bilum niður í 56 bilar somu tíð í ár. Tað er ein afturgongd upp á 24 bilar, sum svarar til 30 prosent.