ES-leiðarar eru samdir um at leingja revsititøkini móti Russlandi - fyribils við seks mánaðum aftrat.
Hetta er orsakað av russisku krígsførsluni í Ukraina, sum gongur á fjórða ári.
ES-embætisfólk upplýsa yvirfyri Reuters, at avgerðin um leingjan varð tikin á ES-toppfundi í Brüssel í dag.
Russland hevur ongan viljað víst til frið - ikki uttan so, at landið sleppur at stjala stór landaøki frá Ukraina.
Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, setti í sínari tíð sum forsætisráðharri spurningin:
"Hvussu kanst tú samráðast við eina krokodillu, sum hevur annað beinið á tær í kjaftinum...?"
##med2##