ES er til reiðar at verja síni búskaparligu áhugamál eftir innsetina av Donald Trump, forseta, sum í síni fyrstu røðu sum forseti segði, at hann fór at seta toll og avgjøld á útlendskar vørur heldur enn at skatta amerikanarar.
Tað segði búskaparkommiserurin í ES, Valdis Dombrovskis, í viðmerking í kvøld, sambært tíðindastovuni AFP.
- Er tørvur á at verja búskaparligu áhugamálini hjá Evropa, so eru vit til reiðar at gera tað, sigur kommisserurin.
Tað er tó ógreitt, hvat ES í roynd og veru er til reiðar at gera fyri at verja búskapin hjá limalondunum.
Í setanarrøðu síni kom Trump ikki við nøkrum serligum hóttanum móti útlendskum handilspartnarum. Men hann segði seg "alt fyri eitt fara undir eina umvæling av okkara handilsskipan fyri at verja amerikanskar arbeiðarar og familjur".
- Í staðin fyri at skatta borgarar okkara fyri at ríka onnur lond, fara vit at seta toll og avgjøld á onnur lond fyri at ríka okkara borgarar, segði Trump.
Trump varð tikin í eið á hátíðarhaldi í Capitol-bygninginum í Washington, D.C.
Síðani Trump vann amerikanska forsetavalið í november, hevur hann fleiri ferðir hótt við at hækka tollin á útlendskum vørum.
Hann hevur hótt við at leggja 25 prosent toll á vørur úr grannalondunum Kanada og Meksiko, og undir valstríðnum tosaði hann um at leggja toll upp í 60 prosent á vørur úr Kina.
Í desember nevndi hann eisini ES í einum uppslagi á sosialu miðlasíðuni Truth Social.
Her skrivaði hann, at um ES ikki keypir meira av amerikanskari olju og gassi, "so verður tollur innførdur allan vegin ígjøgnum."
Og hóast Trump ikki serliga hótti ES í dag, so leggur búskaparkommisserin Valdis Dombrovskis dent á, at í verandi heimsmynd er neyðugt við samstarvi heldur enn konfrontatión.
- ES og USA eru strategiskir felagar, og vit mugu arbeiða saman - serliga í geopolitiska samanhanginum, vit eru í, sigur Dombrovskis.
Hon leggur afturat, at eitt møguligt handilskríggj hevði "veruligum búskaparligum kostnaði fyri øll - eisini USA".
Donald Trump er tikin í eið sum 47. forseti í USA.
/Ritzau/