Apple hevur goldið alt ov lítlan skatt til Írland. Tí noyðist amerikanska tøknifyritøkan nú at fara í lummarnar og rinda næstan 97 milliardir danskar krónur aftur til landið.
Tað avgjørdi ES-dómstólurin týsdagin. Rætturin stuðlaði sostatt fyrru avgerðini hjá ES-nevndini.
ES-nevndin gjørdi í 2016 av, at Apple hevði goldið ov lítlan skatt í ES, tí felagið hevði eina góða avtalu við ES-landið Írland.
ES-dómstólurin avgjørdi týsdagin, at kommissiónin hevur rætt. Tí skal Apple rinda pengarnar aftur til Írland.
Dómurin stuðlar Margrethe Vestager, ið sum næstforkvinna í ES-nevndini við ábyrgd av kappingini hevur verið í fremstu røð at fáa peningin aftur frá Apple, sum er ein av heimsins størstu fyritøkum.
Við dóminum týsdagin avvísir ES-dómstólurin ein fyrri dóm frá einum lægri rætti. Her eydnaðist tað ikki Margrethe Vestager og ES-nevndini at finna útav, at skattaavtalurnar hjá Apple við Írland vóru ólógligar.
Tað eydnaðist tó í dag í Evropeiska Dómstólinum, sum er hægsti rættur í ES.
- Írland hevur veitt Apple ólógligan stuðul, sum Írland skal krevja afturgoldnan, sigur ES-dómstólurin.
Dómurin týsdagin er endaliga avgerðin í málinum og kann ikki kærast.
Væntandi fer Margrethe Vestager at gera viðmerkingar til dómin á tíðindafundi nú klokkan 10.15.
Málini kunnu gerast nakrar av seinastu stóru avgerðunum í hennara tíð sum ES-kommissarur. Í hennara stað verður Dan Jørgensen nýtt umboð fyri Danmark, tá nýggja ES-nevndin tekur við, helst í november ella desember.
/Ritzau/