European Cup: Valur megnaði javnleik í fyrru finaluni á útivølli

Liðið hjá Silju A. Müller hevur eitt gott útgangsstøðið til seinnu finaluna í Reykjavík

Liðið hjá landsliðsmálverjanum, Silju A. Müller spældi í dag fyrru finaluna í European Cup á útivølli móti spanska liðnum, Porrino.

 

Frammanfyri 2.400 áskoðarum eydnaðist tað valskvinnum at leika javnt 29-29. Porrino javnaði til 29-29 í allarseinasta sekundinum av dystinum. 

 

Valur var á 16-12 í steðginum, og 18-13 tíðliga í seinna hálvleiki. Tað eydnaðist heimaliðnum at koma upp á javnt 18-18, og eftir tað leikaði javnt á.

 

Valur hevur tó eitt sera gott útgangsstøðið til seinnu finaluna á heimavølli í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík. Seinna finalan verður leikt komandi leygardag klokkan 16.

 

Gongdin í dystinum í dag var hendan: 1:2, 2:3, 5:5, 5:7, 8:10, 12:16, 15:18, 19:20, 21:23, 23:25, 27:27, 29:29.

 

Þórey Anna Ásgeirsdóttir við 11 málum stórspældi fyri Val. Hjá heimaliðnum var tað Micaela Casasola, ið var toppskjútti við 10 málum. 

 

Sterki íslendski landsliðsmálverjin, Hafdís Renötudóttir vardi málið hjá Vali størsta partin av tíðini, og hon var noterað fyri 15 bjargingar. Silja slapp tó upp í part, og hon fekk eina bjarging av trimum møguligum.