Eystur- og Sandoyartunlar: Í dag hevur P/F Eystur og Sandoyartunlar havt aðalfund, har m.a. ársroknskapurin fyri 2024 varð lagdur fram.
Ársúrslitið fyri 2024 gjørdist 49,6 milliónir krónur í avlopi eftir skatt, samanborið við 127,9 milliónir krónur í 2023. Hóast inntøkurnar frá ferðslu øktust úr 160 milliónir krónur í 2023 upp í 198 milliónir krónur í 2024, gjørdist úrslitið lægri, m.a av tí at nú verður avskrivað uppá Sandoyartunnilin, sum lat upp fyri ferðslu beint fyri ársskifti 2024.
Ferðsluveðhald nógv minkað, hóast verkfall
Ferðsluveðhaldið, sum landskassin hevur veitt felagnum, minkaði munandi í 2024, í mun til árini frammanundan. Veðhaldið var í 2024 12,7 milliónir í mun til 43,6 milliónir árið fyri. Størsti parturin av veðhaldinum stavar frá fyrra hálvarið 2024, tá verkfallið í mai/juni mánaði kostaði felagnum umleið 4 milliónir. Seinna hálvár var ferðsluveðhaldi bert 3,4 milliónir krónur. Tí er ikki óhugsandi, at ferðsluveðhaldið ikki fer at kosta landskassanum pening í framtíðini, um alt gongur eftir vild.
Seinastu árini hava ferðsluveðhaldini verið hesi (kr. mió.):
2021: Kr. 27,4 mió.
2022: Kr. 56,5 mió
2023: Kr. 43,6 mió
2024: Kr. 12,7 mió
Í alt : Kr. 140,2 mió.
Síðani Eysturoyartunnilin lat upp í desembur 2020 og síðani Sandoyartunnilin lat upp í desembur 2023, hevur raksturin og tøkniliga útgerðin rigga sera væl.
Nevndin
Aðalfundurin afturvaldi somu umboð í nevndina, og Bergur Poulsen heldur fram sum nevndarformaður og Marita Hentze sum næstforkvinna. Hini í nevndini eru Gudmund Mortensen, Mathea Hilduberg og Uni Danielsen.