Tað sigur ein verktaðseigari við in.fo, eftir at tunnilsfelagið tvífaldaði prísin hjá leigubilum at koyra í tunlunum.
– Tað er púra vanligt, at vit leiga kundum bilar, meðan bilur teirra er á verkstað.
– Og talan kann vera um fleiri vikur. Um ein kundi til dømis býur á Toftum og arbeiðir í Havn, so kostar tað honum 7.500 krónur at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin í staðin fyri 2.200 krónur, sigur verkstaðseigarin, sum heldur hetta vera sera órímuligt, tá tað snýr seg u fólk, sum hava tørv á at hava tørv á leigubili, meðan bilur teirra er á verkstað.
Her er galdandi prísur fyri at koyra í Eysturoyartunlinum:
Eysturoy-Streymoy | |
Avsláttarskipan fyri persónbilar* | |
1-10 túrar |
75,- |
11-20 túrar |
65,- |
21-30 túrar |
40,- |
31-40 túrar |
30,- |
41 - |
0,- |
Rókin-Strendur | |
Avsláttarskipan fyri persónbilar* | |
1-10 túrar |
25,- |
11-20 túrar |
22,- |
21-30 túrar |
13,- |
31-40 túrar |
10,- |
41- |
0,- |
*) Skrásetingarskipanin í Eysturoyartunlinum skrásetur talið á túrum fyri hvønn persónbil frá fyrsta í hvørjum í hvørjum mánaði og ásetir prísin eftir túratalið ávísa mánaðin. Hetta skal skiljast soleiðis: Fyrstu 10 túrar kosta kr. 75,- pr túr, túrur 11 til 20 kosta kr. 65,- pr. túr o.s.fr. Tá koyrt er 40 túrar, er einki gjald fyri eftirfylgjandi túrar ávísa mánaðin.
***) Avsláttarskipan fyri lastbilar, trailarar og tangabilar
- fyri tunnilsgjald frá kr. 50.000 - 100.000, verður veittur avsláttur á 2%
- fyri tunnilsgjald frá kr. 100.000 – 500.000, verður veittur avsláttur á 4%
- fyri tunnilsgjald frá kr. 500.000 – 1.000.000, verður veittur avsláttur á 6%
- fyri tunnilsgjald omanfyri 1.000.000, verður veittur avsláttur á 8%