Føroyska sjómansheimið í Reykjavík, Ørkin, er við at fara fyri bakka. Tað siga, sum varða av sjómansheiminum og nú heita tey á myndugleikarnar í Føroyum um at fáa fíggjarligan stuðul so at virksemið ikki dettur niður fyri.
Sostatt er eisini Ørkin hart rakt av koronu, men tey liggja soleiðis fyri, at tey sleppa ikki við í nakran hjálparpakka, hvørki í Føroyum ella Íslandi.
– Vit hava søkt um stuðul úr hjálparpakkunum bæði í Føroyum og Íslandi, men tað vísir seg, at vit ikki lúka treytirnar fyri at fáa stuðul. Vit hava tó fingið eitt lán í Íslandi uppá 400.000 krónur við statskassaveðhaldi, sum vit byrjað at gjalda niður uppá næsta ár, sigur Jonhard Joensen á Skipanesi, sum er formaður í nevndini fyri Ørkina
Hann sigur, at sum gongdin er í løtuni, hava tey bara gjaldføri til hendan mánaðan aftrat, men tey hava eina umsókn liggjandi hjá BankNordik um kassakredit, so at tey kunnu hóra undan til rákið vendir aftur, og tað verður væntandi einaferð í september.
Somuleiðis hava tey í Ørkini eisini havt eisini havt fund við Kaj Leo H. Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, um at brúka Ørkina meir sum sjúklingahotell, og á tann hátt hjálpa til við rakstrinum.
Ørkin er ein føroyskur sjálvsognarstovnur við tí endamáli at vera eitt andaligt og sosialt heim hjá føroyingum sum búgva í Íslandi, men eisini hjá lesandi, sjómonnum, og fólki, sum koma til Reykjavíkar í sjúkraørindum .
– Ørkin er somuleiðis karmur um fundarvirksemi hjá Føringafelagnum og har verða børn undirvíst í føroyskum. Áðrenn føroysk sendistova varð sett á stovn, var Ørkin eisini sendistova í stóran mun.
Tey siga, at higartil hevur Ørkin borið seg fíggjarliga og bygningurin er hildin, umframt at hann er umvældur so hvørt, og nú er hann goldin. Men tað er lítið at standa ímóti við, og við støðuni, sum er íkomin, heldur virksemið upp at siga tey.
– Hendir tað, er stórur vandi fyri, at Ørkin gleppur okkum av hondum, og tað halda vit vera stórt spell, siga tey, sum vara av Ørkini.
Løgtingið hevur nú um dagarnar samtykt at játta meiri pening til ymisk endamál og í tí sambandi heitir Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum á Landsstýrið um at taka trupulleikan hjá Ørkini. Tey heita á Landsstýrið um at finna eina nøktandi loysn, so at virksemið ikki dettur niður fyri tí at tað hevur so stóran týdning fyri føroyingar.