Tíðindaskriv:
Norðurlendska umbýtisskipanin gevur tær ella tínum starvsfólkum møguleikan at vera millum 14 dagar og 6 mánaðir í einum øðrum Norðurlandi, og tá tú kemur heim aftur, kunnu tú, tín stovnur og tínir starvsfelagar fáa gagn av tínum royndum, íblástri og vitan í nýggjum høpi.
Hvat er norðurlendska umbýtisskipanin?
Norðurlendska ráðharraráðið eggjar til, at vitan og royndir verða gagnnýtt tvørtur um landamørk í Norðurlondum og játtar tí hvørt ár pening til norðurlendsku umbýtisskipanina.
Á henda hátt fær stovnurin innlit í menningarverkætlanir, arbeiðslag, umsiting og lóggávu, og partarnir kunnu vera felags um sínar royndir og knýta virðismikil sambond. Starvsfólkið kann menna sínar førleikar og tí gerast ein týðandi partur av menningini av sínum arbeiðsplássi.
Hóast skipanin kallast ein umbýtisskipan, er tað ikki neyðugt at býta um við starvsfólk í øðrum Norðurlandi fyri at nýta skipanina.
Allir almennir landsstovnar kunnu lata starvsfólk fara í umbýti í øðrum Norðurlandi. Dømi kundu eitt nú verið starvsfólk á skúlum, sjúkrahúsum ella søvnum undir landinum.
Mælt verður til at tosa við nærmasta leiðara um skipanina, og hvussu tit kunnu gagnnýta hana.
Langtíðaríløga
Leiðarar, sum senda síni starvsfólk í umbýti gera eina langtíðaríløgu í stovnin ella deildina – og tá starvsfólkini koma aftur, hava tey við sær royndir, fakligan førning og eitt gott netverk, sum starvsfelagarnir eisini kunnu fáa gagn av.
Stuðulin
Fyri at gjalda eyka útreiðslurnar hjá starvsfólkinum, sum er uttanlands, verður søkt um stuðul frá Norðurlendska ráðharraráðnum, ið er kr. 18.000,- um mánaðin.
Stuðulin er ætlaður at verða brúktur til eyka útreiðslur til bústað, mat o.tíl.
Løn í umbýtistíðarskeiðinum
Arbeiðsgevarin rindar løn sum vanligt og skal játta starvsfólkinum farloyvi í.s.v. umbýtið.
Les meira um umsóknartilgongdina her: Norðurlendskt starvsfólkaumbýti - Løgmansskrivstovan