Fáa onga nyttu av ókeypis koyring í kvøld

Men í morgin og í ovurmorgin, verður frægari

Fyrr í dag lýsti Sjúkrahúsverkið við, at avtala er gjørd um, at Eysturoyingar, sum vilja kannast fyri koronu í Havn, kunnu koyra ókeypis ígjøgnum Eysturoyartunnilin ávísar tíðir. Men í kvøld fáa eysturoyingar ikki serliga stórt gagn av hesum tilboðnum. Tí í kvøld er nevniliga ókeypis at koyra ímillum klokkan 18.30 og 23.30 – men seinasta tíð til at fáa koppseting í Havn er klokkan 18 – ella ein hálvan tíma áðrenn tann ókeypis koyringin byrjar.

 

Les eisini: Ókeypis at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin til koronukanning

 

Í kvøld er kanningarstøðin í Havn opin til klokkan 23, men allar tíðirnar eftir klokkan 18 í kvøld eru farnar. Men tað kann sjálvandi vera onkur eysturoyingur, sum hevur bílagt sær tíð frammanundan sum fær gagn av hesum.

 

Í morgin leygardagin, verður frægari, tí tá er ókeypis koyring frá klokkan 16 til klokkan 23.30, og tað ber til at bíleggja sær tíð frá klokkan 22.30 og klokkan 22.45.

 

Sunnudagin verður ókeypis at koyra í tunnlinum ímillum 16.00 og 23.30. og har eru tíðir tøkar til kanningar frá 15.30 til 16.30. Men tíðirnar fara skjótt, tí nógvar bíleggingar eru.

 

Endamálið við hesi ókeypis koyringini er, at gera tað ómakaleysari hjá eysturoyingum at lata seg kann fyri koronu og Fróði Jacobsen, samskiftisráðgevari í Sjúkrahúsverkinum sigur, at endamálið er at hava ókeypis koyring ein part av tíðini, kanningarstøðirnar eru opnar.

 

Hann sigur, at tað er gravgangur eftir at lata seg kanna fyri koronu og tí eru ikki so nógvar tíðir eftir. Men hetta gevur eysturoyingum ein møguleika at leggja kanningina til rættis eftir ókeypis koyringini og hann væntar eisini, at tað eru nógvir eysturoyingar, sum longu hava bílagt sær kanningartíð hesa tíðina, tað er ókeypis at koyra, og sum sostatt fáa ágóðan av tí.

 

Hann sigur, at tað verður eisini aftan á vikuskiftið, at tað fer at verða ókeypis at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin ávísar tíðir.