Gamla kirkjan hevur fínan aukustikk, og her er eitt einstandandi umhvørvi kring søguligu kirkjuna í vøkru og sermerktu bygdini.
Hetta verður ein løtt og ókeypis várkonsert við klassiskum tónleiki á høgum støði, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Tiltakið Bach í kertuljósi hevur í nøkur ár verið fyriskipað í Kirkjubø um jóltíðir, og tiltaki hevur verið sera væl umtókt.
Nú verður so ein várkonsert við klassiskum tónleiki á høgum støði, og enn einaferð verður konsertin ókeypis.
Tað verður Sequentia-kvartettin undir leiðslu av Jón Festirsteini sum fer at spæla hetta kvøldið.
Eitt, sum verður serstakt á kvøldinum í Kirkjubø, er, at Frans, pávi, sum herfyri legði árarnar inn, verður mintur.
##med2##