Nú er avgjørt, at føroyingar fara at fáa tilboð um at verða koppsettir einaferð afturat fyri koronu. Koppsetingarbólkurin hevur havt fund og hevur handað landsstýrismanninum í heilsumálum eitt tilmæli. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, sigur, at hann hevur góðtikið tilmæli og sostatt fáa føroyingar nú tilboð um at verða koppsettir fyri koronu fyri fjórðu ferð.
Hetta er sama mannagongd, sum heilsmyndugleikarnir í Danmark mæla til. Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at endamálið við hesi fjórðu sproytuni er at styrkja immunverjuna nú korona er við at taka seg upp aftur og myndugleikarnir vænta eina bylgju afturat í heyst og í vetur. Teir nýggju variantarnir av korona, sum ganga nú, smitta rættiliga illa, men hjá fólki, sum eru í góðum árum, og sum eru vanliga væl fyri, taka teir ikki so fast.
Í roynd og veru fáa tey, sum eru serliga veik av ymsum orsøkum, og sum illa tola at fáa koronu, longu fingið tilboð um at verða koppsett fyri fjórðu ferð. Men tann 15. september fáa tey, sum búgva á Ellis- og røktarheimum, tey sum hava heimarøkt og tey yvir 85, tilboð um koppseting, og frá fyrsta oktober verða tað øll yvir 50 ár, sum fáa tilboðið.
Hvussu verður við teimum, sum eru undir 50, veldst alt um, hvussu korona tekur seg upp, men fyribils er ætlanin ikki at tey skulu koppsetast. Tað verða kommunulæknarnir og apotekini kring landið, sum fara at koppseta fólk fyri koronu.