Sjúkrahúsverkið fer nú at bjóða øllum búfólkum á røktarheimum eina sproytu afturat fyri koronu. Tað sama verður galdandi fyri fólki í øllum aldri við serliga vánaligari órinsverju.
Tey allarflestu av teimum eru koppsett tvær ferðir, men nú er so mikið fráliðið síðani tey vórðu koppsett, at tey nú kunnu fáa eina sproytu afturat fyri at styrkja órinsverjuna.
Tað hendir eftir, at Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur góðkent eitt tilmæli frá koppsetingarbólkinum um at bjóða fólki við nógv skerdari órinsverju eina triðju sproytu fyri koronu og somuleiðis teimum, sum búgva á ellis- og røktarheimum og eldrasambýlum.
Tey fyrstu eru longu boðsend at fáa ta triðju sproytuna, og Sjúkrahúsverkið fer í næstum at seta seg í samband við eldrasamstørvini um at fáa koppsett tey búfólk, sum vilja.
Koppsetingarbólkurin sigur í eini fráboðan, at tað er nóg mikið av koppingarevni í landinum til bæði at koppseta øll, sum skulu hava tvær sproytur, og til geva hesum avmarkaða bólki eitt triðja prik og sostatt ber til at avgreiða tað beinanvegin.
Tey, sum verða koppsett tí órinsverjan er viknað, eru serliga fólk við ymsum illkynjaðum blóðsjúkum og mergsjúkum, umframt fólk, sum hava fingið transplantasjón. Talan er eisini um dialysusjúklingar og fólk, sum eru viðgjørd við heilivági, ið fær órinsverjuna at vikna, ella sum hava fingið kemoviðgerð í ár. Harafturat fara sjúklingar við ávísum álvarsomum giktasjúkum eisini at fáa tilboðið.