Farsóttarnevndin hevur í morgun verið á fundi, og tað er komið burturúr, at nevndin hevur nøkur tilmæli at leggja fyri politiska myndugleikan.
Tað sigur Michael Boolsen, fúti, sum er formaður í farsóttarnevndini.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, segði við Dag og Viku gjárkvøldið, at tað kundi verða neyðugt at seta strangari tilmæli í verk.
Løgmaður vísti á, at nógvir føroyingar koma heim til Føroyar um jóltíðir, og at av tí at tað hevur gingið so væl so leingi, ganga føroyingar kanska eitt sindur lættari um tey tilmælini, ið hava verið í gildi.
Tí kann tað verða neyðugt at seta strangari tilmæli í gildi, og tað er tað, ið farsóttarnevndin í morgun hevur fundast um.
Og farsóttarnevndin hevur onkur tilmæli at leggja fyri politiska myndugleikan, sigur Michael Boolsen, sum kortini ikki fær sagt nakað ítøkiligt um tilmælini, fyrr enn farsóttarnevndin hevur verið í sambandi viðpolitiska myndugleikan.
Bíðað verður nú eftir boðum frá løgmanni, sigur Michael Boolsen, fúti og formaður í farsóttarnevndini.