Sera nógvar korona-kanningar eru gjørdar seinastu fáu dagarnar. Støkk-inn kanningarstøðir eru settar upp ymsa staðni í landinum, og tað er ikki longur neyðugt við ávísing frá kommunulækna.
Bjarni á Steig, læknafakligur ráðgevi hjá heilsumálaráðnum, fegnast um hetta, og hann rósar fólki fyri at taka støðuna í so stórum álvara.
Hann harmast samstundis um, at tað ikki hevur verið orka hjá heilsumyndugleikunum at geva fólki skjótt svar upp á kanningarnar. Hann sigur, at arbeitt verður upp á nýggja skipan, so tað ber til at koma skjótari á mál.
Hoyr samrøðuna omanfyri, sum Árni Gregersen gjørdi við Bjarna á Steig í tíðindunum á FM1.