Fegnast um at líka nógv fáa staðfest krabbamein sum tað plagdi vera

Tað merkir, at á hesum øki hevur sjúkrahúsverkið virkað sum vanligt, hóast vit vórðu rakt av koronu

Í fleiri londum hevur ein avleiðing av koronu verið, at tey hava staðfest færri tilburðir av krabbameini. Tíbetur síggja vit ikki hesa gongdina í Føroyum, staðfestir Marnar Fríðheim Kristiansen, ph.d. lesandi, á í grein, hann hevur skrivað fyri Krabbameinsfelagið.

 

Krabbameinsfelagið hevur havt aðalfund og í ársfrágreiðingini staðfesta tey, at hesar mánaðirnar, korona hevur herjað, hevur títtleikin av krabbameini verið tann sami - ella eitt sindur hægri- enn hann plagdi vera.

 

Tey halda, at tað tá ið færri tilburðir eru staðfestir aðrastaðni, er tað ikki sannlíkt, at tað er tí at tilburðir í roynd og veru eru færri. Heldur er talan um, at teir ikki verða uppdagaðir, og tey halda, at tað serliga eru tvær orsøkir til tað.

 

Onnur er, at heilsuverkini hava verið ovbyrjað av koronu. Hetta er eisini galdandi fyri kommunulæknarnir, ið ikki hava havt so góðar umstøður at taka ímóti sjúklinginum, sum teir plagdu hava, ella hava teir drálað at sent sjúklingar til nágreiniligari kanningar.

 

Hin orsøkin kann vera, at fólk hava aftrað seg at fara til lækna, tí tey hava borið ótta fyri at verða smittað við koronu, ella tí at tey ikki hava viljað ovbyrjað heilsuverkið, serliga fyrstu tíðina, farsóttin herjaði.

 

Krabbameinsfelagið sigur, at í Føroyum hava vit handfarið koronu upp á ein máta so at vit ikki hava verið so  ávirkað av strongum tiltøkum. Heilsuverkið hevur heldur ikki verið so nógv ávirkað av, at fólk hava verið innløgd við koronu, sum fyrst var stúrt fyri.

 

 –Tað kann vera orsøkin til, at staðfestu krabbameinstilburðirnir ikki eru fækkaðir í Føroyum, eins og aðrastaðni. Hetta er at fegnast um, tí tað er týdningarmikið, at krabbamein verður staðfest tíðliga í sjúkugongdini, so at viðgerð kann verða veitt á besta hátt, sigur Krabbameinsfelagið.

 

##med2##

 

Á myndini eru allir krabbameinstilburðir gjørdir upp fyri hvønn mánað árini 2016-2020. Tann reyði stabbin eru tølini í 2020. Teir bláu stabbarnir vísa tølini frá 2016-2019 og tann grøna linjan er miðal fyri árini 2016-2019.

 

Talið á krabbameinstilburðum er ikki lækkað, hóast tað kundi verið væntandi, um so var, at korona hevði tarnað heilsuverkinum  Úrslitini benda á, at góða handfaringin av koronufarsóttini í Føroyum hevur tryggjað, at heildarútgreinanin av krabbameini ikki hevur verið stórvegis ávirkað, sigur Krabbameinsfelagið.