Í og fyri seg er henda tjóðskaparliga hugsan, at gera film og frámerkja hann við tjóðarmerki, einki annarleiðis enn til dømis í fremsta danska filmstíðrarritinum, Ekko.
Les boðini hjá Donald Trump á Truth Social her
Leitar tú eftir orðinum ”danskfødte”, so sært tú, at Andrias Høgenni er ein, norski Joachim Trier ein annar, meðan iranskt føddi Ali Abbasi, sum flutti til Svøríki og tók útbúgving í Danmark, í svenska Filmdatabasen verður skrásettur sum iranskt svenskur dani.
Tað tjóðskaparliga vigar ógvuliga tungt í filmspressuni. Hinvegin er tað ein veruleiki, at filmsgerð er sett saman av samstarvandi virksemi úr fleiri londum. Hetta samstarv kann lata upp fyri risastórum grunnum, sum Creative Europe og eisini FilmFyn, um vit hyggja eftir nýggjasta filminum hjá Sakarisi Stórá ”Seinasta paradís á jørð”.
Margháttligu innvendu boðini frá amerikanska forsetanum, og veruleikin at gera film í Føroyum, er ein áminning um, at heima hjá okkum sjálvum eiga vit meir enn nakrantíð at síggja til, at grundfíggingin at gera film er nóg stór at halda vinnuni í gongd. Játtanin til hetta endamál eigur at hækka munandi nú og komandi árini, eins og skipað føroyskt samstarv beinanvegin eigur at verða gjørt við Creative Europe.
Tað heldur Filmsfelagið.