Tað krevst loyvi frá kommununi, um tú ætlar tær at brenna eitt hampiligt bál.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at tá eitt bál er størri enn 1,2 metrar í tvørmát, er talan um eitt stórt bál, sum krevur loyvi.
Tað hevði onkur, sum brendi bál í Kaldbak í gjár, eftir øllum at døma ikki hugsað um.
- Vit fingu eina fráboðan um, at onkur brendi bál í Kaldbak. Tá vit komu á staðið, kundu vit staðfesta, at talan var um tað, vit rópa eitt stórt bál.
Løgreglan veit at siga, at Tórshavnar kommuna hevði ikki givið loyvi til bálið í Kaldbak og tískil fáa tey, sum høvdu ábyrgdina av bálinum, eina bót.
- Talan var um gamalt hoyggj og annað, sum eldur varð settur í, legði vaktleiðarin á løgreglustøðini aftrat í morgun.