Fiskaaling var í mai í ár vertur fyri stórslignari altjóða vísindaligari ráðstevnuna um lús. Talan er um vísindaligu ráðstevnuna "Sea Lice Conference International 2022”, har granskarar úr øllum heiminum løgdu fram nýggjastu granskingarúrslitini um lús, fiska vælferð, lúsa-lívfrøði, viðgerðir móti lús og onnur evni, ið eru viðkomandi fyri alivinnuna í heiminum.
Endamálið við altjóða ráðstevnuni at savna granskarar úr øllum heiminum á einum palli, har granskingarúrslit um ymisk evni vórðu løgd fram. Ráðstevnan verður vanliga hildin annaðhvørt ár, og seinasta Sea Lice ráðstevnan var í 2018 í Kili.
Áleið 240 luttakarar vóru til ráðstevnuna, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum í døgunum 9. til 13. mai 2022. Ráðstevnan fevndi um 8 høvuðsevnir:
- Sea Lice Biology
- Modelling and epidemology
- Genetics and genome
- Medicinal treatment
- Non-medicinal treatment
- Fish welfare
- Wild fish interaction
- Management; Policy and legislation
Seinastu tíðina hevur nógv arbeiði verði at leggja sjónbond frá ráðstevnuni út á alnótina, og tí bjóðar Fiskaaling nú almenninginum at vitja okkara YouTube rás.
Sí meira og vitja síðuna her:
##med2##
Meira kunning um ráðstevnuna fast við at vitja heimasíðuna hjá Sea Lice Conference á: https://sealiceconference.net/
##med3##
##med4##