Hovedstadens Beredskab skrivar á X, fyrrverandi Twitter, at fleiri fólk eru ákoyrd í Keypmannahavn seinnapartin.
Sagt verður, at hendingin er farin fram við Dronning Louises Bro á Nørrebrúgv í danska høvuðsstaðnum.
Beint í løtuni er ikki meira at frætta, men danskir miðlar skriva, at stórt átak er á leiðini, og tey fara at dagføra hesi tíðindi.
Tv2 veit at siga, at tríggir sjúkrabilar, tveir sløkkiliðsbilar, løgregla og læknabilar eru á staðnum.
Á dr.dk vita tey nú at siga, at talan er um ein eldri mann, sum eftir øllum at døma hevur mist tamarhaldið á bili sínum.
Danska løgreglan verður nú endurgivin fyri at siga, at tilsamans fimm fólk hava fingið løstir í tí, sum helst er eitt óhapp.
##med2##