Koyrir tú millum Norðasta Horn og vegamótið við Marknagilsvegin/Velbastaðvegin, so er talan um eina sonu, har tú ikki hevur loyvi at koyra meira enn 60 km um tíman.
Tað eru helst fleiri, sum ikki gáa eftir tí, og tá løgreglan í gjár gjørdi ferðmátingar á staðnum í gjár, vóru tveir bilførarar skrivaðir fyri at koyra ov skjótt. Annar koyrdi 81 km um tíman og fekk klipp í koyrikortið. Hin koyrdi 95 km tíman, og hjá honum er støðan verri, tí hann fær eina treytaða frádøming av koyrikortinum.
Reglarnar eru soleiðis, at koyrir tú meira enn 20 km um tíman ov skjótt, so fært tú klipp í koyrikoritð. Og koyrir tú meira enn 30 km um tíman ov skjótt, so fært tú treytaða frádøming av koyrikortinum.