Seinasta samdøgrið eru 11 sivilfólk dripin kring um í Ukraina, og 80 eru særd - alt í russiskum álopum kring um í landinum. Sjey eru dripin í Donetsk-regiónini, tvey í Sumy-regiónini, ein í Odessa og ein í Kherson.
Sambært ukrainsku myndugleikunum vórðu flestu særd í Kharkiv-og Dnipropetrovsk-regiónunum. Millum tey særdu í Kharkiv vóru fýra børn - tveir dreingir, sjey og 17 ára gamlir og tvær gentur, níggju og 14 ára gamlar.
Danielle Bell, mannarættindaeygleiðari hjá ST í Ukraina, vísir á, at kríggið í Ukraina, sum nú gongur á fjórða ári, krevur fleiri og fleiri sivil mannalív. Álopið í dag var bert eitt av mongum á sivilfólk seinastu tíðina.
Sambært ST vórðu 968 sivilfólk dripin og 4.807 særd í tíðarskeiðnum millum 1. desember í 2024 og 31. mai 2025. Hetta er ein vøkstur á 37 prosent samanborið við sama tíðarskeið árið fyri.
Ein ST-frágreiðing, sum Verdens Gang endurgevur burturúr, sigur, at russiski herurin hevur lopið á virkandi heilsustovnar í Ukraina minsta lagi fimm ferðir í tíðarskeiðnum desember 2024 til mai 2025.
Vit kunnu leggja aftrat, at myndin omanfyri er ikki frá seinastu russisku álopunum á sivil í Ukraina. Myndin er tikin eftir eitt dronuálop á ukrainska havnarbýin, Odessa við Svartahavið, hin 17. juni í ár.