Víkingur er favo­rittur hjá Vedd­ingar­fyri­tøkunum

Her eru oddsini upp á dystin Víkingur-Lincoln Red Imps

Í kvøld klokkan 19 spæla verandi FM-vinnararnir, Víkingur fyrra dystin í fyrsta undanumfarinum í Champions League.

 

Mótstøðuliðið á vøllinum við Djúpumýrar í Klaksvík eru gibraltisku meistararnir, Lincoln Red Imps, ið ikki hava spælt ein kappingardyst síðani 2. mai. Liðið hevur tó fitt av altjóða royndum, og hevur á einum sinni roynt seg í einum bólkaspæli í Conference League. Tað var afturi í 2022. Teir fingu tó einki stig tá.

 

Samlaði vinnarin av uppgerðini millum Víking og Lincoln Red Imps møtir Reyðu Stjørnu Beograd í øðrum undanumfarinum, og er garanteraður í minsta lagi tveir Play Off dystir í deildarspælið í Conference League. 

 

Víkingur er favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin í kvøld. 

 

Oddsini upp á heimasigur til Víking liggja millum 1,62 og 1,71.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,45 og 3,97.

 

Oddsini upp á útisigur til Lincoln Red Imps liggja millum 4,01 og 5,01.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##