Heini nýggjur formaður í Kyndli

Á eyka aðalfund 24.juni var nýggj nevnd vald í hondbóltsfelagnum Kyndli.

Maibritt Johannesen, ið hevur verið forkvinna seinastu árini, takkaði fyri seg eftur nógv ár í nevndini. Jan Laursen og Jensia Højgaard Kjærbæk takkaðu eisini fyri seg.

Nýggj í nevndini eru Heini Poulsen Hellisdal, Tomma Petersen, Ragnhild á Plógv og Andrias Sólskerð.

Nevndin skipaði seg soleiðis eftir aðalfundin.

Formaður: Heini Poulsen Hellisdal

Næstforkvinna: Tomma Petersen

Kassameistari: Eyðun Mortensen

Skrivari: Ragnhild á Plógv 

Nevndarlimir: 

Salua Manai

Jan Otto S. Holm

Lars Black

Andrias Sólskerð

– Kyndil takkar fráfarandi nevndarlimum fyri góða tænastu á hesum sinni, skrivar felagið.