Svøríki gjørt avtalur við vápnaframleiðarar

- Hetta eru íløgur í tryggleikan hjá bæði Svøríki og Nato, sigur svenski verjumálaráðharrin

Myndin er av Facebook-vanganum hjá svenska verjumálaráðharranum, Pål Jonson

Svøríki hevur undrskrivað avtalu við Nammo, sum er lóðurframleiðari og framleiðari av vápnum, um keyp av lóðuri og útgerð fyri eina milliard svenskar krónur.

 

Tað upplýsir svenska verjumálaráðið sambært tíðindastovuni, Reuters.

 

Nammo er altjóða fyritøka við høvuðsstøð í Raufoss í Noregi. Fyritøkan hevur 3500 starvsfólk og 27 verksmiðjur í 11 ymiskum londum.

 

Svøríki hevur eisini gjørt eina avtalu við týska vápnaframleiðaran, Rheinmetall Denel Munition, fyri fýra milliardir svenskar krónur.

 

- Við hesum styrkja vit verjuevnini hjá Svøríki, sigur svenski verjumálaráðharrin, Pål Jonson.

 

##med2##

 

Hann leggur aftrat, at hetta er ein íløga í tryggleikan hjá bæði Svøríki og Nato.

 

 

 

 

 

Myndin er av Facebook-vanganum hjá svenska verjumálaráðharranum, Pål Jonson

Svenski verjumálaráðharrin, Pål Jonson