Tíðindaskriv:
Eisini er skilagott at leggja fjarhita út í grannaløg við stórum orkutørvi
“Tórshavnar kommuna, sum eigur Fjarhitafelagið helvt um helvt saman við SEV, vil hava fleiri stórar og orkutungar bygningar í høvuðsstaðnum bundnar í fjarhitanetið”. Soleiðis ljóðar ein partur av svarinum, tá ið tú spyrt borgarstjóran í Tórshavnar kommunu, Elsu Berg, og forkvinnuna í Fjarhita-felagnum, Annitu á Fríðriksmørk, hvussu tær hugsa, at fjarhitin skal útbyggjast.
Fjarhitin verður veittur ígjøgnum eina 14 kilometra samanhangandi høvuðsleiðing, sum røkkur av Sundsverkinum og Kommunalu Brennistøðini á Hjalla oman í Gundadal, gjøgnum Tróndargøtu, út eftir Jóannesar Paturssonar gøtu, eftir Landavegnum og heilt út Undir Kongavarða.
Tað eru góðir møguleikar bæði at knýta fleiri grønar orkukeldur og nýggjar kundar upp í fjarhitanetið. Borgarstjórin og nevndarforkvinnan meta, at hesin møguleikin eigur at gagnnýtast á skilabesta hátt.
- Vit ynskja sum heild at vera virkin í orkuskiftinum og at gera tað, vit kunnu, fyri at tað gerst ómakaleyst at skifta til varandi orkukeldur ella fjarhita. Vit vilja hava meiri grøna orku inn í fjarhitan frá t.d. varandi orkukeldum og yvirskotsorku, sigur Elsa Berg, borgarstjóri.
Orkutungir bygningar knýtast í netið
Nýggj nevnd tók við í Fjarhitafelagnum apríl í ár, og Annita á Fríðriksmørk, nevndarforkvinna, metir, at nevndin m.a. eigur at leggja seg eftir at fáa stórar orkutungar bygningar knýttar í fjarhitanetið. Hesum tekur Elsa Berg, borgarstjóri undir við, og tær vísa báðar á týdningin, at smærri grannaløg eisini fáa atgongd til fjarhitan.
Fjarhitafelagið hevur seinastu árini útbygt høvuðsleiðingina, og felagið hevur lagt fleiri rørúttøk í leiðingina, soleiðis at tað ber til at leiða fjarhitan víðari til bæði størri bygningar og grannaløg, sum liggja fram við høvuðsleiðingini. Hesin møguleikin eigur at brúkast á skilabesta hátt, meta umboðini fyri Tórshavnar kommunu.
- Í grannaløgum, har stórur orkutørvur er á einum lutfalsliga lítlum øki, er tað skilagott at leggja fjarhita, eitt nú í miðbýnum og aðrastaðni, har tætt er millum húsini, vísir Elsa Berg á.
- Fjarhitafelagið eigur at virka fyri, at nógv fleiri privatir kundar lættari kunnu velja fjarhitan, har tað loysir seg fíggjarliga og umhvørvisliga, sigur Annita á Fríðriksmørk.