Í gjár kom russiski trolarin, Yantarny, á Kollafjørð, og tað er nú greitt, at fleiri av manningini hava koronu. Tað boðar Heilsumálaráðið frá í morgun.
Yantarny var eisini í Klaksvík herfyri, saman við eum øðrum russiskum trolara, har fleiri av manningini høvdu koronu. Tá varð upplýst, at skiparin á Yantarnyy tók ikki av einum tilboði um at kanna manningina fyri koronu, men hann fór aftur til fiskiskap.
Nú er hann so í Kollafirði, men áðrenn hann legði at bryggju, vórðu føroysku myndugleikarnir kunnaðir um, at tveir av manningini høvdu sjúkutekin. Tí varð øll manningin kannað. Tilsamans 77 fólk vórðu kannað og av teimum høvdu 28 fólk koronu.
Manningin hevur tí fingið forboð fyri at fara í land, sigur Heilsumálaráðið. Teir báðir av manningini, sum høvdu sjúkutekin, eru nú innlagdir á Landssjúkrahúsinum.