– Nú styttist til at garpar okkara aftur skulu á vøllin. Hesaferð fara vit at tryggja okkum pláss í endaspælinum í januar. Kom við, og geyla okkara hetjur allan vegin inn í endaspælið!
Soleiðis skrivar Eventz.fo, sum skipar fyri flogferð til Kosovo í sambandi við, at felagið skipar fyri túri við føroyskum áskoðarum til hondbóltslandsdystin.
– Sannur hondbóltsfepur hevur rakt føroyingar! Føroyska manslandsliðið er tað, allur hondbóltsheimurin tosar um. Hóast leikararnir eru stjørnurnar á vøllinum, so eru føroysku hondbóltsfjeppararnir minst líka stórar stjørnur uttanfyri vøllin, skrivar fyrireikararnir.
– Í Berlin sóu øll, hvat stuðul kann gera. Í Amsterdam vórðu niðurlendsku fjeppararnir yvirdoyvdir.
– Og nú stendur Kosovo fyri tørni! Kom við, og vís kosovofólki, hvussu sannur stuðul sær út – og hoyrist.
– Aftur skipa vit fyri einari frálíkari ferð. Alt er fyriskipað – tú skalt bara pakka passið og eina landsliðstroyggju.
Ferðaætlan:
7. mai kl. 08:50 – Vit flúgva saman við hondbóltsleikarunum úr Føroyum og lenda í høvuðsstaðnum Pristina kl. 14:00.
8. mai kl. 19:15 (føroyska tíð) – Dystur: Kosovo – Føroyar.
9. mai kl. 15:50 – Vit flúgva heim aftur og lenda í Vágum kl. 19:00.
Vit hava samansett túrin soleiðis, at tú fært mest møguligt av tíð til at njóta býin og rómin.
Íroknað í pakkanum:
- Beinleiðis flogferð til Kosovo t/r
- Ferðaavgjøld
- Morgunmatur á veg til Kosovo
- Smyrjibreyð á heimtúrinum
- Dystarbillett til Kosovo – Føroyar
- Gisting í tvær nætur á fimm stjørna Swiss Diamond Hotel Prishtina mitt í býnum
- Morgunmatur, ókeypis atgongd til spa og fitness
- EM t-troyggja
Prísur fyri hvønn:
Í Superior 30 m² dupultkamar – 8.750 kr.
Í Deluxe 45 m² dupultkamar – 8.950 kr.
Bara 20 minuttir eru við hýruvogni frá flogvøllinum til gistingarhúsið, og frá hotellinum er bert 15 minuttir at ganga til hondbóltsstadion. Miðalhitin í Pristina í mai er um 21°C, so tær nýtist ikki vetrarklæðir til gongutúrin.
Avmarkað pláss! Bert 149 pláss eru eftir í flogfarinum, so tað ræður um at skunda sær.Bílegg títt pláss við mail tt@rd.fo og ver við til at stuðla okkara hetjum allan vegin til endaspælið, skrivar Eventz.fo
##med2##
##med3##