Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur í Havn, segði nøkur orð um Hans Jacob Hjelm, sum var gubbi hennara

Stór mannfjøld fygldi Hans Jacob Hjelm til gravar

Í dag fór kendi sangarin úr Vági, Hans Jacob Hjelm til gravar

 

Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur í Havn, segði nøkur orð um Hans Jacob Hjelm, sum var gubbi hennara

Tað vóru sera nógv fólk til jarðarferðina hjá Hans Jacob Hjelm í Vági í dag. Vágsprestur, Patrick de Neergaard, hevði gravtaluna við jarðarferðina, har eisini Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur í Havn, segði nøkur orð um Hans Jacob Hjelm, sum var gubbi hennara.

Løtan í kirkjuni var eisini nógv merkt av tónleiki.

Ervið var í Vágshøll, har dekkað var til 700 fólk, har fólk komu og fóru. Mett verður, at har kanska vóru eini 1500 fólk.

Tá kistan kom í kirkjuna í gjárkvøldið heilsaði Nýggjársnevndin í Vági Hans Jacobi við neyðblussum við Tríkantin, og tá kistan fór úr kirkjuni í kirkjugarðin í dag stóðu ítróttarfeløgini í Vági pardu fram við vegnum.

Av tí at roknað var við nógvum fólki, og at pláss valla fór at verða fyri øllum í kirkjuni, var jarðarferðin stroymd soleiðis, at fólk eisini kundu fylgja við í fimleikarhøllini og í auluni í Vágs skúla, og í hølunum hjá Frelsunnarherinum í Vági.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

 

Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur í Havn, segði nøkur orð um Hans Jacob Hjelm, sum var gubbi hennara