Almenn móttøka fyri Jenny C. Petersen

Í sambandi við at Jenny C. Petersen, stjóri á Tjóðpalli Føroya, hevur seinasta starvsdag, verður almenn móttøka á Tjóðpalli Føroya fríggjadagin tann 28. mars klokkan 15.00.

Jenny C. Petersen hevur starvast sum stjóri á Tjóðpalli Føroya síðan Tjóðpallurin var stovnaður í 2005. Tá tað á sinni varð avgjørt at arbeiða fram ímóti at seta ein Tjóðpall á stovn í Føroyum, varð Jenny, eftir ynski frá Eyðuni Johannessen, ringd heim úr Noregi at verða við til at stíla fyri hesum.  Jenny hevur síðan tá staðið á odda fyri Tjóðpalli Føroya, og hevur hon verið við til at ríka okkara palllistarligu upplivingar og mentanararv við øllum teimum verkum, ið eru sett á pall á Tjóðpallinum seinastu mongu árini.

 

Umframt at hava staðið á odda fyri Tjóðpalli Føroya og allari tí palllist, ið vit hava fingið møguleikan at uppliva har, hevur Jenny saman við øðrum góðum fólki lagt stóra orku í arbeiðið fram ímóti einum nýggjum Tjóðleikhúsi í Føroyum. Tá snøklarnir á politiska økinum koma uppá pláss, liggur alt tað arbeiðið klárt at bera á mál.

 

Tjóðpallur Føroya og Leiklistaráðið takkar Jenny fyri øll hennara ár sum stjóri á Tjóðpallinum, og bjóðar øllum hjartaliga vælkomnum til móttøku við talum og tónleiki á Tjóðpalli Føroya fríggjadagin 28. mars klokkan 15.00