Seinasta samdøgrið hjá løgregluni hevur verið friðarligt. Men í gjár handtók løgreglan ein mann, sum er skuldsettur fyri at hava framt harðskap um vikuskiftið. Eftir sum at hesin persónur hevur okkurt annað mál hangandi yvir sær, so ætlar løgreglan at fáa hann framstettan í grundlógaravhoyring í dag. Tað er ákæruvaldið, sum tekur støðu til tað.
Tað var ein tilburður, sum fór fram í onkrum privatum samanhangi, har hann var farin inn til ein persón í einum húsum í Havn og har skal hava fram harðskapin.
Tann órættaði hevur fekk onkrar snuddir og hevur verið undir læknahond og læknafrágreiðing er skrivað.
Í nátt var eisini eitt mál um húsaófrið fráboðað. Hesin persónurin gjørdi so nógv um seg, tá løgreglan kom á staðið, at løgreglan tók hann við sær og koyrdi hann í kasjottuna á politistøðini, og har liggur hann, til hann vaknar og verður latin leysur aftur, sigur vakthavandi á politistøðini.