Í gjár vórðu Føroyar tiknar av listanum hjá Íslandi yvir trygg lond. Tað er avleiðingin av, at korona aftur fór at gera um seg í Føroyum og at 16 tilburðir vórðu funnir í fyrradagin.
Norrøna siglur í fastari rutu upp á Ísland og hon kom til Seyðisfjarðar í gjár. Men á Smyril Line siga tey, at tað kemur ikki fjáltur á tey av tí, at Føroyar nú eru tiknar av listanum hjá íslendingum yvir trygg lond.
Støðan broytist alla somlu tíðina og tað er ikki meiri enn eina tvær vikur síðani, ella tvær, at Føroyar komu á íslendska listan yvir trygg lond, men nú eru vit so tikin av listanum aftur, staðfestir Henny á Líknargøtu, sølu- og marknaðarleiðari á Smyril Line.
Hon sigur, at tað eru ógvuliga fáir føroyingar, sum ferðast til Íslands við Norrønu, men fyri teir merkir tað, at teir skulu kannast tá ið teir koma til Íslands og síðani skulu teir í sóttarhald í fimm dagar, og so skulu tey kannast um aftur. Tað er sjálvandi keðiligt hjá teimum. Men hjá ferðafólkunum úr øllum hinum londunum er støðan óbroytt.
Henny á Líknargøtu vísir á, at hesin trupulleikin verður alsamt minni so hvørt sum fleiri verða koppsett, tí tey, sum eru koppsett, og tey, sum hava havt koronu, skulu ikki í sóttarhald.
Í øllum heiminum er tað nú bara Grønland, sum er á listanum hjá íslendingum yvir trygg lond.