Føroyingar eru givnir at koppseta seg fyri koronu

Í sjúkrahúsverkinum halda tey, at tað er ein góð forkláring – men enn eru nógv fólk eftir at verða koppsett

Nú er rættiligur stígur komin í at koppseta fólk fyri koronu. Sjúkrahúsverkið sigur, at hesa seinastu vikuna eru tað bara 364 fólk, sum eru koppsett fyri koronu kring landið. Av hesum vóru tað 15 fólk, sum fingu sína fyrstu sproytu og 17 fólk fingu sína aðru sproytu. Hinvegin vóru tað 331 fólk, sum fingu ta triðju sproytuna.

 

Nú hava 77,6 prosent av føroyingum fingu fyrstu sproytuna og 76,1 prosent hava fingu tvær sproytur. Hinvegin eru tað bara 39,3 av føroyingum, sum hava fingið tríggjar sproytur.

 

Taka vit tey yvir 12 ár, sær myndin eitt sindur øðrvísi út, tí so eru tað 93 prosent av fólkinum, sum hava fingið ena sproytu, 91,2 prosent hava fingið tvær sproytur, men tað eru bara 52,3 prosent, sum hava fingið tríggjar sproytur.

 

Upprunaliga vóru tað tey yvir 12 ár, sum fingu tilboðið um at koppseta seg, men síðani varð aldurin minkaður niður í fimm ár. Fyrst var tað eitt tilmæli, at tey 5-11 ára gomlu vórðu koppsett, men seinni varð tað broytt til einans at verða eitt tilboð, serliga nú omikron varianturin, sum heild, er nógv mildari enn aðrir variantar.

 

Og Fróði Jacobsen, samskiftisráðgevari í sjúkrahúsverkinum, sigur, at tað eru eisini ómetaliga fá, av teimum 5-11 ára gomlu, sum eru koppsett. Tey halda eisini, at tað hevur sínar orsøkir til, at so fá verða koppsett nú. Ein forkláring er helst, at nú eru tað so nógv, sum hava koronu og tað er sum ein koppseting í sær sjálvum. Annars skal tað ganga minst ein mánaði frá tí, at fólk hava havt koronu, til tey kunnu verða koppsett.

 

Annars halda tey, at nú eru tað so stórur partur av fólkinum, sum eru koppsett tvær ferðir, at tað talið fer neyvan nevnivert upp afturat. Hinvegin eru tað framvegis heili 9.000 fólk, sum ikki hava fingið ta triðju sproytuna, og tað halda tey er ov nógv.

 

Tí sigur hann, at koppsetingarbólkurin fer at taka málið upp í næstu viku fyri at greina hagtølini gjølligari fyri at vita, um okkurt skal gerast fyri at fáa fleiri at fáa sær ta triðju sproytuna.