Í 2019 gjørdi Fólkaheilsuráðið eina umfatandi fólkaheilsukanning. Millum álvarsomu niðurstøðurnar er, at umleið 10% av teimum, sum eru millum 18 og 24 ár meta sína heilsu vera minni góða ella vánaliga. Serliga er tað talan um sálarheilsuna hjá ungum, ið mett verður at vera ring. Fimta hvør kvinna og tíggjundi hvør maður í aldrinum 18-24 hevur havt sálarliga sjúku, ið hevur vart longur enn hálvt ár. 17% av kvinnunum og 12% av monnunum hava verið tung í huga ella tunglynd. Fyri lesandi er talið 20%. Serliga er tað strongd, tunglyndi, angist og einsemi, ið tey ungu stríðast við.
Fleiri av teimum føroysku lesandi búgva og eru undir lestri í Danmark. Stórt trýst er á okkum, tá ið vit eru undir lestri. Vit skulu megna at taka útbúgvingina og fáa nøktandi karakterir. Umframt tað skulu vit eisini arbeiða við síðuna av lestrinum fyri at fáa arbeiðsroyndir, fyri at gjalda húsaleigu og gjalda fyri mat o.a. Alt hetta og aðrar støður afturat kunnu tyngja okkum og kunnu hava við sær ringa sálarheilsu.
Vit skulu her í Føroyum gera átøk fyri at styrkja um sálarheilsuna hjá ungum. Vit skulu fyribyrgja, at sálarheilsan verður ring. Men tá ið støðan hjá mongum eru vorðin ring, so skulu tey hava ta hjálp, tey hava tørv á.
Tá ið vit hava tørv á sálarfrøðiligari hjálp, so eru vit ofta í eini sárbærari støðu, og tað kann vera eymt at leita sær hjálp. At skula greiða frá okkara støðu á einum øðrum máli enn okkara móðurmáli kann gera støðuna truplari. Soleiðis kann tað vera fyri føroyingar í Danmark. Hava danir í Føroyum tørv á sálarfrøðingi, so ber væl til at finna sálarfrøðingar í Føroyum, sum snakka danskt. Tí eiga føroyingar, ið eru búsitandi í Danmark, at hava rætt til føroyskan sálarfrøðing. Hesum vilja vit í Tjóðveldi arbeiða fyri á fólkatingi.
Hervør Pálsdóttir,
Fólkatingsvalið fyri Tjóðveldi