– Vit eiga ikki at seta okkum upp ímóti tilmælunum frá myndugleikunum. Tað sigur Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum.
Sýslumenninir í Føroyum hava gjørt av, at so leingi tilmælini í sambandi við korona standa við, skal grind ikki drepast í Føroyum, tí teir halda, at tað er ómøguligt at halda grind til, uttan at bróta tilmælini.
https://www.in.fo/news-detail/news/sleppa-ikki-at-drepa-grind-aftur-enn/?no_cache=1Les eisini: Sleppa ikki at drepa grind aftur enn
Men í seinastuni eru grindamenn farnir at tala at og summir teirra halda, at tað eigur at bera til at halda grind.
Tað heldur eisini ein grindaformaður. Les meiri um tað her: Grindaformaður sær ikki trupulleikan í at drepa grind
– Vit kunnu vera samd ella ósamd. Men eitt tilmæli er eitt tilmæli og vit eiga ikki at seta okkum upp ímóti tí, sigur Ólavur Sjúrðarberg.
– Grindadráp er eitt alment tiltak og tí eiga vit at fylgja teimum tilmælum, sum eru, sigur formaðurin í Grindamannafelagnum.
Hann sigur eisini, at sýslumaðurin er ovasta umboð fyri myndugleikarnar í økjunum kring landið og hann skilir væl, at teir føla eina serliga ábyrgd at halda tilmælini.
Tí góðtaka teir í Grindamannafelagnum avgerðina hjá sýslumonnunum um at eingin grind skal haldast til.
Hann sigur, at í hesum sambandi eiga vit eisini at hugsa um, at útlendingar fylgja væl við grindadrápi í Føroyum, og teir fylgja eisini væl við um vit halda tilmælini ella ikki.
Men Ólavur Sjúrðarberg heldur kortini, at tað eru rættiliga nógv hol í teimum almennu tilmælunum.
– Vit kunnu ikki savnast at drepa grind, men vit kunnu savnast til fótbóltsdystir og mótmælisgongur. Vit kunnu ikki savnast og nógv fólk í Kirkju, men vit kunnu sita á barr til út á náttina. Og í skúlanum hava vit heilar flokkar inni í flokshølunum, leggur hann afturat.
Men so heldur Ólavur Sjúrðarberg eisini, at sýslumenninir kundu umhugsa at gjørt nøkur undantøk frá forboðnu. Hann heldur nevniliga, at tað eru hvalvágir, har tað er munandi lættari at halda tilmælini enn aðrastaðni.
– Eg skilji væl, at sýslumenninir ikki hætta sær undir ábyrgdina at syrgja fyri, at tilmælini verða hildin í eini grind í Sandagerði í Havn ella í Klaksvík og aðrastaðni har nógv fólk, tí har er tað skjótt at túsund fólk troka seg saman í drápinum og tá ið grindin skal skerast upp.
– Men tað eru aðrar hvalvágir, sum eru munandi lættari at verja í so máta, og eg haldi avgjørt, at tað hevði borið til at hildið eini grind til í Fámjin, ella í Viðvík, uttan at brotið tilmæli um, hvussu nógv fólk kunnu verða saman.
– Tað eru hvalvágir, har vegasambandið er so ringt, at tað ber væl til at avmarka ferðsluna, heldur Ólavur Sjúrðarberg.
Og hann heldur, at sýslumenninur kundu umhugsa at valt sær nakrar slíkar hvalvágir burtur úr, og at loyvt grindadrápi har, hóast tað ikki verður loyvt í Havn, í Klaksvík, og aðrastaðni, har tað er so lætt atkomuligt, at fólk i hundraðtali trokast saman.
Hinvegin fegnast hann um, at hendan tíðin er brúkt til at merkja tvær grindir til vísindaligt endamál, og hann heldur, at tað kundi gott onkur grind verið tikin afturat til merkingar.