Forvitnisligar framløgur um bátahyljar

- Framløgurnar eru almennar, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Sunda kommunu um tiltøkini í Hósvík og Oyrarbakka í kvøld.

 

Sunda kommuna er rættiliga víðfevnd, og kommunan røkkur heilt úr Hósvík norður til Gjáar og Tjørnuvíkar og vestur til Saksunar.

 

Í trimum av bygdunum  eru bátahyljar, nevniliga í Hósvík, Hvalvík og á Oyrarbakka. 

 

Í Sunda kommunu hava tey arbeitt við einari heildarætlan fyri bátahyljarnar í Hósvík og á Oyrarbakka, og eftirfylgjandi er eisini samtykt, at arbeiða við einari heildarætlan fyri bátahylin í Hvalvík.

 

Í Sunda kommunu hava tey gjørt av at hava almennar framløgur um heildarætlan fyri hyljarnar í Hósvík og Oyrarbakka í kvøld, tí hesi arbeiði eru liðug.

 

Ætlanin fyri bátahylin í Hósvík verður løgd alment fram í Hósvíkar skúla í kvøld klokkan 18, og síðan verður framløgan um bátahylin á Oyrarbakka á torginum í Skúlanum við Streymin í kvøld klokkan 20.

 

- Framløgurnar eru almennar, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Sunda kommunu.

 

Tað var eftir eina gjøgnumgongd av bátahylunum í kommununi, at býráðið í 2023 samtykti at gera eina heildarætlan fyri bátahyljarnar í Hósvík og Oyrarbakka.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Hetta er bátahylurin á Oyrarbakka, og her er eisini ein heildarætlan klár.