Frágreiðing: Realkreditlán áttu at verið bíligari

Danska Konkurrence- og Forbrugerstyrelsen heldur, at pláss er fyri at minka bidragsgjøldini á realkreditlánum

Tú rindar meira fyri títt realkreditlán, enn tær nýtist. Tað er ein av niðurstøðuni í eini frágreiðing um donsk realkreditlán – sum eisini verða latin føroyskum sethúsakeyparum – sum danska Konkurrence- og Forbrugerstyrelsen hevur almannakunngjørt í dag.

Í frágreiðingini verður millum annað hugt eftir stastunum fyri sonevndu bidrøgini, sum realkreditlænarar gjalda oman á vanligu rentuna.

Bidrøgini eru gjald fyri útreiðslunum hjá realkredittfeløgunum at umsita lánini.

Flestu realkredittfeløg valdu fram til 2016 at hækka bidragið við teirri grundgeving, at tað var neyðugt at bjálva kassan fyri at kunna liva upp til kapitalkrøv.

Men sjálvt um feløgini uttan trupulleikar kunnu liva upp til bæði núverandi og komandi kapitalkrøv, eru satsirnir við einstøkum undantøkum ikki lækkaðir aftur.

Og niðurstøðan hjá Konkurrence- og Forbrugerstyrelsen er:

– Við støði í samlaða kapitalgrundarlagnum hjá stovnunum... er tað framvegis metingin, at ein tørvur á hægri bidrag við meira til at uppbyggja størri kaptialgrundarlag, ikki longur er til staðar, stendur í frágreiðingini.

Konkurrence- og Forbrugerstyrelsen vísir eisini á, at realkredittfeløgini í tíðarskeiðnum 2016-2022 samanlagt hava útgoldið slakar 50 milliardir krónur í vinningsbýti til eigararnar, svarandi til helmingin av yvirskotinum í tíðarskeiðnum.

Sonevndu »bidrøgini« vóru tilsamans 23 milliardir krónur í 2022, sum frágreiðingini tekur støði í.

Tá realkredittfeløgini ikki kenna tørvin á at lækka bidragsgjaldið, kann tað hanga saman við, at kundarnir ikki eru serliga flytbarir.

Í 2022 vóru tað bara 1,2 prosent av kundunum, sum skiftu realkredittfelag, hóast fleiri lán vórðu konverterað hetta árið.

/ritzau/