Sølan av Tesla-bilum heldur fram við at minka.
Í fyrsta fjórðingsári í ár minkaði umsetningurin í el-bilafelagnum hjá Elon Musk við níggju prosentum.
Hetta veit norska kringvarpið NRK at siga í kvøld.
Elon Musk hevur givið seg út sum ein av størstu stuðulsleikarum hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump.
Hetta hevur víst seg at havt stórar avleiðingar fyri bilasøluna hjá ríkmanninum.
- Higartil í ár eru Tesla-partabrøvini fallin í virði við næstan 44 prosentum, veit norska kringvarpið at siga.