Tað er framvegis eingin føroyingur, sum hevur fingið staðfest korona. Tað sigur Landslæknin, nú tey seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Tilsamans eru nú 14.376 føroyingar kannaðir fyri korona, og tann seinasti tilburðurin varð staðfestur tann 22. apríl, ella fyri meiri enn tveimum mánaðum síðani. Síðani tá eru 7.979 fólk kannað, men tær royndirnar hava allar verið negativar.
Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest coronasmittuna, og teir eru allir langt síðani frískir aftur.