Fredericia uttan spælitíð til Mattias er á gáttini til superliguna

Fredericia á øðrum plássinum er átta stig frammanfyri nummar trý

Tað gongur væl hjá liðnum landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge hevur sáttmála við, Fredericia.

 

Fredericia er aftaná javnleik 1-1 á heimavølli móti Esbjerg á gáttini til uppflyting til donsku superliguna, nú bert fýra umfør eru eftir at leika í ovara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Enn eina ferð vardi maðurin, ið skal spæla við Fredrikstad í Noreg komandi summar, Valdemar Birksø málið hjá Fredericia í dag. Og hann hevur vart málið hjá Fredericia í hvørjum kappingardysti síðani 2. august í fjør.

 

OB er fremst við 59 stigum og Fredericia er nummar tvey við 54 stigum. Horsens hevur 46 stig á triðja plássinum.

 

Tað eru bert fýra umfør eftir at leika í ovara endaspælinum, og tað skal ganga nógv galið hjá Fredericia um teir skulu snáva í uppflytingarstríðnum.

 

Komandi leygardag klokkan 11.30 spælir Fredericia dyst á útivølli móti oddaliðnum, OB. Somu klokkutíð spælir spælir Horsens dyst á útivølli móti Esbjerg. Tapir Horsens og fær Fredericia stig í Odense eru níggju stig á muni. Tá eru bert trý umfør eftir at leika. 

 

##med2##

 

Valdemar Birksø hevur vart málið hjá Fredericia í hvørjum kappingardysti síðani 2. august í fjør, hóast hann skal spæla við norska Fredrikstad í summar (Mynd: Fredrikstad FK).