Tað hevur aftur verið stúgvandi fult av fólki í býnum í nátt. Nú í nakrar vikur hava skeinkistøðini latið aftur klokkan 22 og hetta vikuskiftið var fyrstu ferð, tey aftur kundu hava opið, sum vant.
Og tað sást aftur í náttarlívinum, tí løgreglan sigur, at tað var stúgvandi fult av fólki í býnum. Tey siga, at tey hava verið framvið hjá teimum flestu skeinkistøðunum og har var sum sild í tunnu av fólki. Og tey kundu eisini staðfesta, at fólk vóru so tætt saman, at tilmælini um koronu vórðu ikki hildin upp á nakran máta.
Men talan er nettupp bara um tilmæli, so í roynd og veru bróta fólk ikki nakra lóg, men kunnu vera saman, sum tey vilja. Í eini roynd at forða fyri, at korona skal breiða seg, er tað eitt tilmæli, at, fólk skulu, í størstan mun, bara eru saman við teimum nærmastu og teimum, sum tey plaga at vera saman við, og mælt verður somuleiðis frá, at fólk savnast í óskipaðum bólkum við fleiri enn 20 fólkum.
Tað er eisini eitt tilmæli, at fólk skulu í mesta lagi vera 20 fólk saman í veitslulagi, og eitt annað tilmæli er, at tað skulu vera minst tveir metrar ímillum fólk. Harafturat er tað eitt tilmæli, at stórar veitslur, verða útsettar ella avlýstar.
Eingi av hesum tilmælunum vórðu hildin í býarlívinum í nátt, men løgreglan sigur kortini, at fólk vóru í góðum lag og at tað nógva fólki elvdi teimum ikki til nakað serligt av arbeiði, uttan tað, at tey nakrar ferðir tosaðu fólk til sættis, sum vóru eitt sindur ólátað.