Fýra bilførarar settu koyrikortið í vanda

Fýra bilførarar hava fingið treytaða frádøming av koyrikortinum

Tá løgreglan í gjár máldi ferðina á bilum, sum koyrdu eftir Velbastaðvegnum millum ringvegin og Norðastahorn, har ferðin er niðursett frá 80 til 60 km um tíman, komu tveir bilførarar í felluna og fingu treytaða frádøming av koyrikortinum. Teir koyrdu ávikavist 93 og 89 km um tíman. Tá ferðin er niðursett, fellir hamarin skjótari, tí tá skal minni til røkka markinum fyri klipp í koyrikortið og treytaða frádøming av koyrikortinum.

Tað sama var tá løgreglan máldi ferðina við Norðskála, har ferðin er niðursett til 60 km um tíman. Har vórðu tveir tiknir fyri at koyra í báðum førum 86 km um tíman. Tað gevur teimum eisini treytaða frádøming av koyrikortinum.

Nógv fólk var í býnum í Havn í nátt, veit løgreglan at siga. Men har var friðarligt sum so, men okkurt mál er, sum kann blíva til eitt mál um brot á skilhaldsreglarnar, sigur vaktleiðarin.

Í Suðuroyr var onkur miðnámsveitlsa, har løgreglan tvær ferðir var forbí, tá tey vóru um at missa tamarhaldið. Tað var beint áðrenn midnátt og beint fyri klokkan 1.

Og nakað eftir midnátt fór brandávaringin í gongd í einum av bygningunum í Nóatúni. Sløkkiliðið fór á staðið við fullari manning, men talan var tíbetur um ein tekniskan feil í ávaringarskipanini, sigur vaktleiðarin.