Fýra tilburðir av koronu í gjár

Í kvøld, og í annaðkvøld fara tey at koppseta í fleiri bygdum í Suðuroy

Í gjár vórðu fýra tilburðir av koronu staðfestir afturat. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Í eina førinum er smittukeldan ókend, men smittuteldan er kend í hinum trimum førunum. Í gjár vórðu 848 fólk kannað fyri koronu og í løtuni eru 32 smittað í Føroyum.

 

Í gjár vórðu 167 fólk koppsett fyri koronu. Av teimum fingu 69 fólk ta fyrru sproytuna og 98 fólk fingu ta seinnu.

 

Nú hava 37.352 fólk fingið ta fyrru sproytuna, tað eru 69,7 prosent av føroyingum og 35.417 fólk hava eisini fingið seinnu sproytuna, og eru liðugt koppsett, tað eru 66,1 prosent av fólkinum.

 

Annars fara tey nú runt í Suðuroynni at koppseta fólk fyri koronu og bæði í kvøld, og í annaðkvøld, vera tey til staðar í næstan øllum bygdum, uttan í Ørðavík, og á Tvøroyri, har sjúkrahúsið er.

 

Í kvøld, týskvøldið, verða tey á kommunuskrivstovuni í Sumba klokkan 18, í bygdrhúsinum í Lopra klokkan 19, í Miðlatúni í Vági klokkan 20 og í Húsinum við Á, í Porkeri, klokkan 21.

 

Í annaðkvøld standa aðrar bygdir fyri tørni, tí tá verða tey verða í Ranhøll í Sandvík klokkan 18. í Skúlanum í Hvalba klokkan 19, í skúlanum í Hovi klokkan 20 og í Vesturhøll í Fámjin klokkan 21.