Hetta er eitt dømi um, hvussu høpisleys støðan er. Tað heldur Christian Andreasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, og formaður floksins á tingi.
Løgtingið viðger í eitt uppskot frá Framsókn um at játta apoteksverkinum níggju milliónir, til at keypa koppingarevni fyri koronu, við tí endamáli at fáa ferð á koppsetingina. Hetta høvið brúki Christian Andreasen til, enn einaferð, at finnast at koronupolitikkinum hjá Landsstýrinum.
Ístaðin fyri at útvega sær lógarheimild til at taka neyðug stig í sambandi við koronu, hevur landsstýrið latið tað upp í hendurnar hjá fólki sjálvum at hava eftirlit við hvørjum øðrum og um vit halda tilmælini.
Hann ásannar, at higartil hevur tað gingið væl. Men hann er eisini stórliga bangin fyri, at fyrr ella seinni fer tað at ganga galið
– Tað er so skjótt, at vit kunnu koma í ta støðu, at smittan aftur fer at breiða seg, sigur hann. Hann nevnir dømið nú um vikuskiftið, har eitt ferðalag kom úr Danmark til Føroya fríggjadagin, og tey fóru beint í býin í Havn at ballast.
Tey fóru skeinkistað av skeinkistaðið, hóast tað er beinleiðis ímóti koronu-tilmælinum. Men av tí, at eingin lógarheimild er til staðar, kundu politistarnir ikki gera nakað, enn at hyggja at og rista við høvdinum, segði Christian Andreasen.
– Hetta er ein hending, sum vísir, hvussu óheppið tað er, at vit ikki hava lóggávu á økinum, men bara tilmæli, sigur hann.
– Tað er púra burturvið, at løgreglan skal fara eftir fólki, sum ikki virða tilmælið, men uttan at kunna gera nakað við tað. Tað er ikki forsvarligur politikkur, tí hetta er at taka ein kjans, og hóast tað higartil hevur gingið væl, fer tað at enda galið fyrr ella seinni.
– Tað er eisini undarligt, at Landsstýrið letur skeinkistøðini vera opin, tí tað er í stríð við heilsufakligu tilmælini, sigur Christian Andreasen.
Hann endurtekur enn einaferð at tað einasta rætta er at yvirtaka málsøki og at seta neyðugu lógirnar í gildið, so at ávísar reglur kunnu útinnast í verki, ikki minst má løgregan fáa heimild til at leggja uppí, tá ið tey varnast eina hending, sum tað, sum fór fram nú um vikuskiftið. Men tað hevur løgreglan ikki, og tí fáa tey ikki gjørt annað enn at hyggja at.