Hósdagin klokkan 16 spælir føroyska U21-landsliðið EM-undankappingardyst móti Kroatia á Športski centar Rudeš leikvøllinum í Zagreb.
12. september í fjør vann Kroatia 4-2 á Føroyum á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík. Gutti Dahl Olsen skoraði bæði málini hjá Føroyum.
U21-landsliðið fær ein gamlan "kenning" hjá føroyska A-landsliðnum úr Írlandi, ið skal døma dystin í Zagreb.
Talan er um 33 ára gamla íran, Robert Hennessy.
7. juni í 2022 dømdi Robert Hennessy Nations League dystin millum Føroyar og Luksemborg á Tórsvølli. Luksemborg vann dystin 1-0.
Robert Hennessy gav bæði René Shaki Joensen og Sølva Vatnhamar reyða kortið, so tað eru ikki bestu minnini vit hava frá honum.
(Kelda: FaroeSoccer)
Robert Hennessy hevur dømt altjóða dystir síðani 2017. Vónandi vera eingi reyð kort til Føroyar á hesum sinni.
Bólkur G - U21 EM undankappingin.
16:00 GMT - Zagreb (Športski centar Rudeš)
KROATIA - FØROYAR
Dómari: Robert Hennessy IRL
Hjálpardómari 1: Dermot Broughton IRL
Hjálpardómari 2: Emmett Dynan IRL
Fjórði dómari: Paul McLauglin IRL
UEFA dómaraeygleiðari: Zoltán Szarka HUN
UEFA umboð: Styrbjörn Oskarsson FIN