Lið í bestu pólsku fótbóltsdeildini vil hava Áka Samuelsen

Álítandi keldur senda U21-lands­liðs­lið­skip­aran til Póllands

Korona Kielce eitur eitt lið í bestu pólsku fótbóltsdeildini.

 

Teir hava hildið eitt gott eyga við U21-landsliðsliðskiparanum, Áka D. Samuelsen sum hevur gjørt tað framúr væl við Ranheim í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Norski Stian André de Wahl veit hetta at siga um Korona Kielce og teirra áhuga fyri Áka D. Samuelsen:

 

##med2##

 

Áki hevur skotið seks mál og hevur lagt upp til trý mál í 13 dystum fyri Ranheim.

 

Fyrsti dysturin hjá Korona Kielce í bestu pólsku fótbóltsdeildini verður leygardagin 19. juli móti liðnum hjá Andriasi Edmundssyni, Wisla Plock. So fáa vit at síggja um talan verður um eina føroyingauppgerð.