Á Heathrow-flogvøllinum í London eru tey nú farin undir eina roynd, har tey brúka spildurnýggjar kanningarhættir fyri at fáa greiði á, um fólk eru smittað við koronu.
Eingin vinna hevur verið so hart rakt av koronu, sum akkurát ferðavinnan og ikki minst eru tað krøvini um, at ferðafólk skulu fara í sóttarhald, sum hevur lagt ferðavinnuna lamna.
Tað eru universitetini í Manchester og Oxford, sum samstarva við flogvøllin í Heathrow um hesar nýggju kanningarhættirnar.
Eydnast hesar nýggju royndirnar á Heathrow flogvøllinum væl, kann tað tískil verða ein ovurstórur fyrimunur fyri ferðavinnuna, tí so kann kravið um sóttarhald sleppast, siga fleiri enskir miðlar.
Tv2 í Danmark sigur, at talan er um trý sløg av royndum. Ein kanningarhættur er ein poding, sum verður gjørt í dag, men har tað tekur ein hálvan tíma at fáa svar upp á um ein hevur koronu, ella ikki.
Ein annar kanningarháttur, sum verður royndur, er at taka spýtt frá fólki og so tekur einar 10 minuttir at fáa svarið.
Men so er tað tann seinasti kanningarhátturin, sum tey kalla eina holografiska mikroskoproynd, og í hesum førum taka tey eisini spýtt frá fólki, men tað tekur bara eini 20-30 sekund at fáa svarið.
Hetta er ein kanningarháttur, sum upprunaliga varð mentur til at kanna fólk fyri ebola við, men sum nú eisini er mentur til at kanna fólk við koronu við.
Endamálið við royndunum í Heathrow er nú at at fáa greiði á, hvussu álítandi hesir kanningarhættir í roynd og veru, eru.
Tv2 sigur frá serfrøðingum, at teir hava rættiliga góðar vónir um, at minst ein, ella tveir av hesum nýggju kanningarhættunum, kunnu verða tiknir í brúk í næstum.