Í dag veit Sermitsiaq at siga, at Grønlands Politi í løtuni kannar eitt illgrunasamt deyðsfall í bygdini, Alluitsup Paa.
Løgreglan sigur, at tey hava handtikið ein mann í samband við deyðsfallið, og tað er ein eldri maður, sum er funnin deyður.
Tað var í gjárkvøldið klokkan 19.05, at Grønlands Politi fekk boðini um, at ein maður var funnin deyður.
Vaktleiðarin hjá Grønlands Politi, Poul Kreutzmann, sigur tað vera avmarkað, hvat løgreglan í løtuni kann siga um málið.
- Men, deyðsfallið verður kannað sum illgrunasamt. Ein maður er handtikin, og vit eru í gongd við kanningararbeiðið, verður lagt aftrat.
Sermitsiaq veit at siga, at maðurin var funnin deyður við eini hús í bygdini, Alluitsup Paa.