Korona: Stór gudstænasta avlýst

Í gjár vórðu nógvir tilburðir av koronu staðfestir í Føroyum, og tað fær nú avleiðingar

Sum vit skrivaðu í áðni, vórðu rættiliga nógvir smittutilburðir av koronu, staðfestir í Føroyum í gjár. Heili 16 tilburðir av koronu vórðu staðfestir í gjár, so nú eru tað tilsamans 23 fólk í Føroyum, sum hava koronu.

 

Og tað fær nú avleiðingar. Sum vanligt hevur verið, hava prestarnir í Suðurstreymoy skipað fyri stórari útigudstænastu á Ovaravølli í Gundadali annan hvítussunnudag, og tað varð eisini boðað frá gudstænastu klokkan 11 í morgun.

 

Men nú boða prestarnir frá, at sum koronu-støðan er beint nú og við tí stóra smittutalinum, sum var í gjár, er avgerð tikin um at alt er avlýst. Útigudstænastan í Gundadali varð eisini avlýst í fjør av koronu.