Gylfi Sigurðsson spilti spælið hjá Víkingi Reykjavík

Liðið hjá Gunnari Vatnhamar misti sigurin heilt móti dystarenda

Í kvøld var toppuppgerð í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, tá Valur tók móti Gunnari Vatnhamar og liðfeløgunum í Víkingi Reykjavík á N1 vøllinum á Hliðarenda í Reykjavík.

 

1.834 áskoðarar vóru vitni til eina spennandi toppuppgerð, ið endaði við javnleiki 2-2.

 

Tvær ferðir var Víkingur á odda, men báðu ferðirnar javnaði gamli stórleikarin, Gylfi Þór Sigurðsson fyri Val. Seinna málið skoraði Gylfi upp á brotsspark væl inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.

 

Valdimar Þór Ingimundarson legði Víking á odda tvær ferðir. Fyrru ferð tá 35 minuttir vóru leiktir, og seinnu ferð í 58. minutti. Gylfi javnaði til 1-1 við einum brotssparki tá 54 minuttir vóru leiktir.

 

Valur-Víkingur Reykjavík 2-2 (0-1)

0-1 Valdimar Þór Ingimundarson ('35 )

1-1 Gylfi Þór Sigurðsson ('54 , br.)

1-2 Valdimar Þór Ingimundarson ('58 )

2-2 Gylfi Þór Sigurðsson ('94 , br.)

 

Gunnar leikti allan dystin fyri Víking, og tá eitt korter var farið av dystinum hevði Gunnar ein góðan stútara, ið var bjargaður á málstrikuni.

 

Í annaðkvøld klokkan 20.15 taka Patrik Johannesen og liðfelagarnir í Breiðablik móti KA á heimavølli. Vinnur Breiðablik dystin vera Patrik og liðfelagarnir bert eitt stig frá oddasessinum. 

 

Støðan:

 

  DystirVJTMálmunur+/-Stig
1Víkingur Reykjavík1182127:121526
2Breiðablik1071224:121222
3Valur1164125:141122
4ÍA1051420:14616
5Stjarnan1151521:20116
6FH1042418:20-214
7Fram1034313:14-113
8KR1032519:21-211
9HK1031610:18-810
10Vestri1031613:23-1010
11Fylkir1021715:27-127
12KA912613:23-105